Arbeiðstilgongdin hjá Sátt
Grundstøðið undir arbeiðtilgongdini við konfliktmekling og konflikhandfaring í Sátt er virðing og álit.
Konfliktmekla verður eftir tí refleksiva modellinum, ið gevur møguleika fyri eini samansettari tilgongd, alt eftir hvør tørvurin er. Hetta gevur møguleikar fyri at lata seg ávirka og inspirera av øðrum tilgongdum. Hetta modellið tekur støði í grundvirðum hjá konfliktmeklaranum, sum hon/hann til eina og hvørja tíð hevur við sær. Bæði í mun til konfliktmekling, konflikloysn og konflikthandfaring.
Konfliktir eru ein lívstreyt!
Hetta eru grundleggjandi meginreglurnar fyri tað refleksiva modellið:
ļ Konfliktir kunnu uppfatast ymiskt. Tær eru í sær sjálvum hvørki konstruktivar ella destruktivar. Tað avgerðandi er hvussu tær verða handfarnar.
ļ Partarnir í konfliktini ”eiga konfliktina” - tey eru serfrøðingar í sínum egna lívi.
ļ Viðurkent verður, at tað finnast fleiri sannleikar.
ļ Samband og dialogur er ynskiligt í einari og hvørjari konflikt.
ļ Álit á, at tað kann finnast ein góð loysn fyri báðar partar, um partarnir ynskja tað.
ļ Menniskja og relatión hanga saman.
ļ Partarnir eru sínamillum samanbundnir, og viðførur hetta eina felags ábyrgd.
ā
Tagnarskylda
Í arbeiðnum við konfliktmekling verður kunnað um tagnarskylduna, ið er galdandi. Alt virksemi í Sátt er umfatað av tagnarskyldu, og fer fram í trúnaði. Um eitthvørt skal kunnast øðrum pørtum, sum t.d. leiðara ella øðrum, verður hetta gjørt eftir avtalu við partarnar í konfliktini.
Um konfliktmeklarin fær vitan um eitthvørt óglógligt virksemi, hevur hon/hann skyldu at boða frá hesum á rætta stað.