Nýtt skeið
Skeið í munadyggari konflikthandfaring í arbeiðnum við menniskjum
Hevur tú ráð til IKKI at gera eina íløgu í konflikthandfaring?
Spar tíð og pengar við at gera eina íløgu, har konfliktir verða loystar konstruktivt. Tað gevur betri úrslit, betri tilgongd, glaðari samstarvsfelagar og betri trivna. At megna at handfara konfliktir gevur hægri sálarligan tryggleika fyri allar partar.
Hvørjum er skeiðið ætla?
Øllum, ið arbeiða yrkisliga við menniskjum og uppliva konfliktir og truplar samrøður sum ein part av teirra arbeiði.
Hvat fært tú burturúr skeiðnum?
Tú fær vitan um konfliktir, konfliktfatan og konflikthandfaring við støði í nýggjastu ástøðiligu vitanini, sum er altavgerðandi fyri arbeiðnum við menniskjum. Tú fær eina neyva ástøðiliga innleiðslu um konfliktir, og praktiska venjing til at handfara konfliktir. Tú fær ment tínar samskiftisførleikar til truplu støðurnar, og lærir at fyrihalda teg til atferðarmynstur hjá tær sjálvum og øðrum í konfliktstøðum.
Hvat er innihaldið á skeiðnum?
-
Vitan um konfliktir og konflikthandfaring
-
Vitan um aktiva lurtan og dialog sum amboð
-
Vitan um týdningin av valdi í relatiónunum
-
Vitan um týdningin av kenslum í konfliktum
-
Venjing í konflikthandfaring
Gott at vita
Skeiðið verður á donskum.
Vit bjóða morgunmat, miðmála og ein drekkamunn seinnapartin.
Tað skula í minsta lagi vera 10 lutakarar fyri at stovna skeiðið.
Hvar?
Í felagshølinum hjá Starvsfelagnum, niðara hædd.
J.H. Schrøtersgøta 9 110 Tórshavn
Nær?
Hósdag 18. septembur 2025 kl. 9.00-16.00
Prísur
1500 kr.
Melda til
Melda til í seinasta lagi 7. septembur 2025 niðanfyri.
Fyrilestrarhaldararnir

Tanja Kim Slagslunde
Tanja hevur yvir 20 ára royndir í kommunala geiranum. Harumframt hevur hon útbúgving í marknaðarføringsbúskapi, vinnusálarføði, hevur Diplom í almennari umsiting og fyrisiting og sum Master í konfliktmekling. Sum heild hevur hon drúgvar royndir við truplum samrøðum við borgarar úr øllum samfelagsbólkum, ið kunnu vera í truplum lívsumstøðum – bæði í skrift og í telefon.

Annika Antoniussen
Annika er útbúgvin fólkaskúlalærari, er Cand.pæd.soc. í námsfrøðiligari sosiologi og er Master í konfliktmekling. Hon hevur í yvir 20 ár starvast á útbúgvingarøkinum sum námslektari og leiðari (útbúgvingarleiðari/varðadekanur). Hon hevur drúgvar royndir við truplum samrøðum, og hvussu konfliktir kunna handfarast. Hetta bæði í námsfrøðiliga arbeiðnum og sum leiðari.

Jakob Klith Frost
Jacob hevur í yvir 20 ár arbeitt við samskifti og konfliktloysn bæði í privatu vinnuni og í kommunala geiranum. Jacob er útbúgvin í Altjóða samskifti, hevur opna dialogútbúgving, er sosialráðgevi og Master í konfliktmekling. Hann hevur eisini virkað sum verkætlanarleiðari og coach. Seinastu 3 árini hevur Jacob arbeitt fulla tíð við konflikthandfaring sum borgararáðgevi fyri býráðið í Silkeborg kommunu.