Konfikthandfaring
Konfliktfyribyrging & konflikthandfaring á arbeiðsplássum
Tørvar tykkum amboð til at styrkja trivnaðin, samstarvið og sálarligu trygdina á tykkara arbeiðsplássi? Ella tørvar tær hjálp við serligum arbeiðsumhvørvisavbjóðingum? Tá kunnu vit hjálpa tær við ymsum hættum og tilgongdum til at loysa ósemjur konstruktivt, tryggja eitt sunt sálarligt arbeiðsumhvørvi og stuðla trivnaðinum hjá starvsfólkunum.
Tað krevur vitan og ítøkilig amboð at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, góð arbeiðsviðurskifti og eina konstruktiva konfliktloysanarmentan á arbeiðsplássinum.
Vit kunnu hjálpa tær at uppbyggja og styrkja hetta í tínari fyritøku, á leiðslustøði, í starvsfólkahópinum, í og millum toymir/deildir ella millum ávís starvsfólk.
Arbeiði verður snikkað til eftir tykkara ítøkiligu umstøðum og tørvi.
Konflikthandfaring sum leiðsluamboð
Sátt kann bjóða kunnleika um arbeiði við konflikthandfaring sum eitt leiðsluamboðum, ið kann koma bæði leiðslu og starvsfólkum til góðar.
Dentur verður lagdur á hvussu konfliktir virka, konstruktiva konflikthandfaring, rættvísa tilgongd (procesretfærdighed) og grundstøði fyri sálarligum tryggleika:
 At verða hoyrdur
 At hava eina rødd
 At hava ávirkan.
Trivnaðarkanning & arbeiði við konfliktjaligari mentan
Tørvar tykkum á arbeiðsplássinum at fáa innlit í hvussu og hvat eyðkennir arbeiðsumhvørvi? Og hvussu tit kunnu arbeiða málrættað við at betra tað?
Vit kunnu gera eina trivnaðarkanning, ið síðan liggur til grund fyri eini tilgongd, har arbeitt verður áhaldandi við einum góðum arbeiðsumhvørvi. Hetta kann m.a. fevna um og rúma ymiskleika, gott samstarv, trivna og sálarligan tryggleika -at skapa eina jaliga stovnsmentan.
​
Konflikthandfaring í prosess/broytingar leiðslu
Sátt kann hjálpa tykkum við at fáa best møguligt úrslit av eini procesleiðslu ella broytingarleiðslu. Konflikthandfaring er eitt konstruktivt leiðsluamboð í hesuma rbeiðnum. Tað gevur eitt breiðri innlit í gongdina, hvussu starvsfólk ávirkast av processini ella broytingini og hvussu hetta kann handfarast. Hetta skal hugsast sum ein kobling millum konflikthandfaring og prosess-/broytingarleiðslu.