Konfliktmekling
Eg kann mekla í fleiri ymsum sløgum av konfliktum. Meklingin verður skipað sum ein tilgongd har dentur verður lagdur á at endurskapa skaddar relatiónir, har samskiftið er steðgað.
Mín leiklutur sum konfliktmeklari er at leiða samtaluna og stuðla pørtunum í at finna loysnir, sum virka og eru til ágóða fyri báðar partar ella allar partarnar.
Konfliktmekling kann umfata tveir ella fleiri partar, einstaklingar ella bólkar.
Konfliktirnar kunnu m.a. snúgva seg um:
• Vinnumál
• Starvsfólkamál
• Samstarvsavbjóðingar
• Grannastríð
• Familjuósemjur
• Arvastríð
• Hjúnaskilna
• Kærir
Tilgongdin
Meklingin verður gjøgnumførd sum ein skipað tilgond við støði í tí refleksivu meklingsmodellini. Eg eri eisini roynd í øðrum modellum til konfliktmekling, sum verða nýttar eftir tørvi.
Tilgondin er skipað í 6 stigum:
​
Stig 1: Vælkoma og byrjan við presentatión av tilgongdini og teimum sum eru tilstaðar
Stig 2: Frágreiðing frá pørtunum og dialogur
Stig 3: Tað konfliktin fevnir um verður nágreinað
Stig 4: Partarnir seta fram uppskot til loysnir
Stig 5: Partarnir samráðast um avtaluna
Stig 6: Avtalan verður eftirkannað og góðkend