top of page
mynd til heimasíðuna 2_edited.jpg

Um meg

Mítt navn er Annika Antoniussen. Eg eri  útbúgvin Master í konfliktmekling og kandidat í námsfrøðiligari sosiologi. Eg havi drúgvar undirvísingarroyndir og havi í fleiri ár virkað sum leiðari. Mínar royndir fevna um arbeiðið við menniskjum og øllum tí, sum har til hoyrir, so sum  samstarv, trivnað og menningararbeiði. Harumframt havi eg arbeitt nógv við skipan og fyrireiking av ymiskum verkætlanum/arbeiði.

  • Facebook

Um Sátt

Sátt er ein fyritøka, ið kann bjóða konfliktmekling og vitan og førleikar til at handfara konfliktir.
Sátt kann hjálpa menniskjum og fyritøkum at finna haldbarar og konstruktivar loysnir, viðvirkandi til trivnað, bæði persónliga og umhvørvisliga.

bottom of page