top of page

Skeið


Vit hava skeið, fyrilestrar, verkstovur, starvsfólkafundir, mennandi dagar og framløgur innan konflikthandfaring. Vit planleggja í samstarvi við tykkum, soleiðis at vit røkka tykkara tørvi.


Vanliga snýr tað seg um samstarvstrupulleikar, ágangandi atferð, konfliktatferð á arbeiðsplássum, konflikthandfaring í leiðslu, konfliktir í toymum, dialog/samskiftis førleikar og hvussu konfliktir kunnu skiljast og handfarast.
 

Dømi uppá skeið eru hesi:


    Konflikthandfaring sum leiðsluamboð
    Konflikthandfaring – ymisleikin og toymissamstarv
    Konfliktfyribyrging og konflikthandfaring á arbeiðsplássum

Skeiðsvirksemi kann skipast og leggjast til rættis eftir tørvinum hjá viðskiftafólkinum

bottom of page