top of page

 

Etiskar leiðreglur


Limir í NM (Nordiske Mediatorer) arbeiða  sambært grundleggjandi viðtøkum fyri felagsskapin NM, sum umfatar tey formligu krøvini til útbúgving og fakliga bakgrund og tær millum starvsfelagsligu relatiónirnar.  Limir felagsins eru fevndir av eini røð av etiskum reglum i teirra arbeiði.


Etiskar leiðreglur fyri limir av NM:
Limir í NM virka við støði í og sambært teimum grundleggjandi viðtøkunum í felagnum NM.


Harumframt arbeiða limirnir grundað á niðanfyristandandi etiske regluverk:

1.    Allýsingar og fortreytir
Tað verður eftirfylgjandi ikki gjørdur nakar formligur munur á hugtøkunum mekling og mediatión. Her verða hugtøkini mediatión og mediator nýtt.
Mediatión er ein sjálvboðin og fortróligur háttur at loysa  konfliktir, har ein ella fleiri ópartískir triðjapersónar hjálpa pørtunum at finna eina, fyri tey, nøktandi loysn gjøgnum eina skipaða tilgongd. Triðjipersónurin tekur ongar avgerðir í málinum.
Grundarlagið fyri arbeiðinum hjá mediatorinum byggir á nakrar grundleggjandi fortreytir, sum verða útgreinaðar í niðanfyristandandi punktum.

2.    Mediatorurin
Leikluturin hjá mediatorinum er at leiða tilgongdina uttan at taka støðu til konfliktina og uttan at fara í part við pørtunum. Mediatorurin stuðlar pørtunum at menna og kanna egin uppskot til loysnir. 
Tá ein persónur bjóðar seg fram sum mediatorur, virkar hann sum slíkur, og ikki við støði í tí yrki, ið viðkomandi annars hevur.

3.    Sjálvbodni
Partarnir luttaka sjálvbodnir í mediatiónini, og tey kunnu taka seg burturúr tilgongdini, nær tað skal vera.
Um partarnir, sum ein liður í avtaluni ella í framhaldinum av eini mediatión, hava avtalað, at møguligar framtíðar konfliktir skulu loyast við mediatión, víðkar ella avmarkar hetta ikki rættin hjá pørtunum at taka seg úr tilgongdini nær tað skal vera.

 

4.    Tagnarskylda
Mediator hevur tagnaskyldu. Tagnarskyldan umfatar allar upplýsingar hann/hon áðrenn, ímeðan ella í sambandi við mediatiónstilgongdina hevur fingið. Hetta umfatar eisini hvørt mediatiónin er ella hevur verið.
Um so er, at mediatior hevur fundast við partarnar hvør sær, skal mediator avtala við partarnar, um tað sum fer fram í teimum sundurskildu fundunum, er í trúnaði ella ikki. Harumframt galda lógir í landinum viðvíkjandi reglum um tagnarskyldu, fráboðanarskyldu og vitnisábyrgd.
Mediator vil beint eftir tilgongdina beina burtur alt móttikið tilfar, umframt notir og onnur sløg av skrásetingum.

 

5.    Óhefni og neutralitet
Mediator skal virka neutralt og óheft – bæði í mun til partarnar og í mun til málið. Tað vil siga, at mediator ikki kann stuðla við egnum hugskotum til loysnir, og kann heldur ikki hava ein persónligan ella annan áhuga í úrslitinum av málinum.
Mediator skal kunna partarnir um viðurskifti, sum partarnir meta kann ávirka neutralitetin hjá mediatorinum, eisini sjálvt um mediatorurin ikki sjálvur metir, at neutraliteturin er ávirkaður. Partarnir í málinum skulu vita hvussu mediator er komin inn í málið og skulu kenna til tilknýti hjá mediator í mun til fyriskipan og arbeiði.
Um mediator ávegis í tilgongdini ikki kann virka neutralt, skal hann/hon kunna partarnar um hetta og taka seg úr málinum. Um so er, at partarnir ynskja tað, hjálpur mediatorurin pørtunum at finna ein annan mediator.
Tá mediatiónin er liðug, kann mediatorurin ikki átaka sær einsæris ráðgeving av einum av pørtunum í viðurskiftum, ið hava tilknýti til konfliktina, sum mediatiónin hevur viðgjørt.

 

6.    Ópartískheit
Mediator skal til einhvørja tíð virka ópartísk/ur mótvegis pørtunum, fara líka við teimum og við somu virðing gjøgnum alla mediatiónstilgongdina.

 

7.    Førleiki
Mediator hevur skyldu til áhaldandi at dagføra sína mediatiónsfakligu førleikar á námskeiðum sum NM heldur, leypandi at tilluta sær og deila royndir, og/ella við at luttaka í øðrum líknandi førleikamennandi tilgongdum.
Mediator útvega sær supervisión eftir tørvi. 
Mediator hevur skyldu at vísa til annan mediator, um hann/hon metir seg ikki at vera skikkaðan til at átaka sær uppgávuna.

 

8.    Samsýning
Undan mediatiónina verður samsýningin av mediatorinum og aðrar útreiðslur avtala millum partarnar, harafturat býti av kostnaðinum millum partarnar. Útgangsstøði er, at býtt verður líka millum partarnar.
Samsýningin og útreiðslurnar verða tryggjaðar av pørtunum, sum í útgangsstøðinum er javnt deilt millum partarnar.  Vavi av trygdini sigur ikki nakað um støddina av endaligu útreiðslunum fyri mediatiónina.
Samsýningin til mediatorin er ikki treytað av úrslitinum av tilgongdini, ei heldur teimum fíggjarligu avtalunum ið partarnir kunnu hugsast at skula realisera ella onnur samsvarandi viðurskifti.
Um so er, at mediator tekur ímóti samsýning frá øðrum enn pørtunum, skal hetta kunnast um áðrenn tilgongdin byrjar.

 

9.    Procestilgongdin
Partarnir gera eina ítøkiliga avtalu fyri mediatiónina við mediatorin, sum greiðir frá mediatiónini, uppskotinum hjá mediator til processina/tilgongdina, samsýning og treytir annars. Fyri partar undir 18 ár krevst samtykki frá foreldrunum til luttøku, uttan so, at tað innan eitt serligt økið finnast aðrar serligar reglur um hetta.
Mediator skal tryggja sær, at partarnir skilja og góðtaka innihaldið í avtaluni áðrenn tilgongdin byrjar.
Mediator kann altíð støðga mediatiónini og skal, um:
•    ein av partunum ynskir tað
•    mediator metir, at ein av pørtunum ikki megnar at luttaka á meiningsfullan hátt ella ikki megnar at taka sær av egnum áhugamálum
•    har tað er ein ójavni í valdsbýtinum millum partarnar, sum ávirkar mediatiónina negativt og ikki kann bøtast um
•    tað verður mett, at mediatiónin ikki tænir nøkrum endamáli
•    partarnir vilja gera eina avtalu, sum mediator metir, er ólóglig, gongur út yvir ein triðjapart ella á ein órímuligan hátt er til ágóða fyri ein av pørtunum
•    konfliktin vísur seg at vera óegnað til mediatión ella
•    mediator metur, at tað av øðrum týðandi orsøkum er óskynsamt at halda fram við mediatiónini
Mediator skal í tann mun tað er gjørligt greiða pørtunum frá hví meditaiónin verður steðgað.

10.    Avtalan
Partarnir avgera, hvørt mediatiónin skal steðga við eini avtalu. Hendan kann vera skriftlig ella munnlig. Um partarnir ynskja tað, skrivar mediator avtaluna niður, men hetta kunnu partarnir eisini gera sjálvi ella onnur.
Mediator skal tryggja sær, at partarnir skilja innihaldið í avtaluni sum verður gjørd.
Góðkenning av eini avtalu kann treytast at ein partur ynskir góðkenning av sakførara ella øðrum  uttanhýsis ráðgeva, ella at tíðarfreistin fyri umhugsunartíð er farin.

 

11.    Konfliktir og klagur
Klagur um mediator í samband við tær etisku reglarnar kunnu leggjast fram fyri nevndina í Nordiske Mediatorer, sum í samráð við partarnar vil avgerða ein atgerð í viðgerðini av klaguni og eina loysn.

Viðtikið á aðalfundi mars 2007.

Leinkja til tær donsku etisku reglarnar hjá felagsskapinum Nordiske Mediatorer:
http://nordiskemediatorer.com/foreningen/etiske-regler/

​Dátuvernd

Heimildargrundstøðið fyri konfliktmekling við støði í Dátuverndarlógini
Fyri at tryggja partarnar í eini konfliktmekling, so verður hetta arbeiðið grundað í dátuverndarlóg nr. 80 frá 7. juni 2020. Hetta fyri at tryggja vernd av persónsupplýsingum.
Persónsupplýsingar eru upplýsingar, sum kunnu knýtast at einum ávísum persóni/pørtum í einari mekling. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar, sum m.a. navn, bústaður, aldur, starv, inntøka og útbúgving. Ella upplýsingar um tað íkomnu konfliktina, ið mekla verður í. 


Tagnarskylda                                         

Grundleggjandi fyri konfliktmekling er tagnarskyldan, sum er avgerðandi fyri verndina av persónsupplýsingum. Hetta er sambært §41 stk. 2, sum:
”tryggjar, at persónar, sum hava heimild til at viðgera persónsupplýsingar, hava tagnarskyldu.”

Útveksling av upplýsingum                                 

Í eini konfliktmekling verður arbeitt við persónligum viðurskiftum. Vanligt er ikki at tað fyriliggja skjøl um støðuna ella konfliktina. Tað kann tó koma fyri, at kunnandi tilfar verður tikið við, og notir kunnu verða nýttar gjøgnum meklingina. Fyri at tryggja einstøku partarnar, verður arbeitt við støði í endamálinum í dátuverndarlógini §1, har:
”Løgtingslógin ásetur reglur um vernd av einstaklinginum í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, og reglur um frían flutning av persónsupplýsingunum.”

 

Í hesum sambandi verða allir partar og konfliktmeklarin fataðir sum dátuábyrgdarar. Hetta umfatar sambært §6. stk. 6, at:
”Dátuábyrgdari: Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ein almennur myndugleiki, ein stovnur ella ein onnur eind, sum eina ella saman við øðrum ger av, til hvørji endamál og við hvørjum hjálpitólum persónsupplýsingar kunnu viðgerðast.”
Hetta er ein ábyrgd, sum meklarin ikki átekur sær, men vil mekla millum partarnar hvussu upplýsingar skulu nýtast og hvørt tað er neyðugt, at viðkomandi persónar/partar skulu kunnast um ella takast við í konfliktmeklingina. 
Hetta kann eisini knýtast til §6. stk. 10 sum ásetur fyri partarnar, ”…at tað er neyðugt við fráboðan ella greiðari váttan játtar, at persónsupplýsingar kunnu viðgerast”.

 

Tá tað kemur fyri at partarnir víðarigeva persónsupplýsingar, so skula partarnir kunna rættað møguligar rangar upplýsingar. Hetta er sambært §27. stk 1:
”Dátuábyrgdarin skal av sínum eintingum ella eftir áheitan frá skrásetta uttan óneyðugt drál rætta persónsupplýsingar, sum eru rangar.”


Konfliktmeklarin skal sambært §46, stk. 1:
”… tryggja áhaldandi trúnað, integritet, atkomu og haldføri…” bæði í fyrireiking, fremjan og eftir konfliktmeklingina. Um tað eru fleiri enn ein konfliktmeklari ella hjálparfólk til staðar í konfliktmeklingini, so er tað ein treyt, at tey/tær/teir arbeiða sambært dátuverndarlógini, við serligum atlitið til ásetingarnar omanfyri.


Klagurættur                                 

Partarnir hava rætt til at klaga um misnýtlsu av persónsupplýsingum. Hetta er sambært §76:
”Skrásetti kann klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum viðvíkjandi honum.”

Leinkja til Dátuverndarlógina
https://logir.fo/Logtingslog/80-fra-07-06-2020-um-vernd-av-personupplysingum

bottom of page